Sølu- og útflýggjanartreytir

Tú verður biðin um at lesa sølu- og útflýggjanartreytirnar, áðrenn tú bíleggur ella fyllir á gávukortið.

 

Gávukortið kann nýtast sum vanligt gjaldskort á hesum støðum: Skalkur.fo, Skálkur, Skálkur Man, Søstrene Grene, Gelluni, Name It, Nips, Sport 24 í SMS, Vero Moda, Skálkur Klaksvík og Skálkur Gellan Sport 24 í Saltangará. Minsta upphædd á gávukortinum er 50 kr. og mesta upphædd er 3000 kr.

 

Gávukortið fæst frá:

Skálkur.fo

Tinghúsvegur 49    

100 Tórshavn 

T: +298 31 54 02

V-tal: 569682 

T-postur: kundatansta@skalkur.fo

 

Keyp og ordraváttan

Ynskir tú at bíleggja eitt gávukort á Skalkur.fo verður tað útflýggja sum ein virðisseðil. Virðisseðilin kann brúkast inni á Skalkur.fo. Virðisseðilin kann umbýtast til eitt gávukort inni í fylgjandi handlum: Skálkur, Gellan, Skálkur Man, Nips, Saltangará og Skálkur Klaksvík. 

 

Tá ið tú hevur bílagt virðisseðilin og avgreitt gjaldið, fært tú eina ordraváttan við telduposti.

Ansa eftir, at tú skrivar rættan teldupost, so váttanin kemur rætt fram. 

Tú ert bundin av avtaluni um at keypa gávukortið, tá ið tú trýstir á “Góðkenn keyp”, og har stendur “Takk fyri bílegging tína” á skíggjanum.

Tú kanst altíð prenta út sølu- og útflýggjanartreytirnar, sum eru grundarlag fyri avtaluni, tú júst hevur gjørt, tá ið tú keypti gávukortið.

Hevur tú sligið skeivt inn ella gjørt annað mistak, tá ið tú bílegði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Skalkur.fo. 

 

Gávukort kunna keypast í fylgjandi haldlum: 

Skálkur, Gellan, Skálkur Man, Nips, Sport 24, Skálkur Gellan Sport 24 í Saltangará og í Skálkur í Klaksvík. Gávukortini kunna brúkast í øllum Skálkur Samtakinum. 

 

Umbýting av virðisseðli til fysiskt gávukort

Øll gávukort sum eru keypt inni á Skalkur.fo vera send sum virðisseðlar. 

Allir virðisseðlar kunna umbýtast til gávukort inni í einum av hesum handilinum: Skálkur, Skálkur Man, Søstrene Grene, Gelluni, Name It, Nips, Sport 24 í SMS, Vero Moda, Skálkur Klaksvík og Skálkur Gellan Sport 24 í Saltangará. 

Gávukortini kunna brúkast inni í handlum okkara og inni á Skalkur.fo. 

 

Gjaldsháttur 

Tú kanst gjalda við:

Mastercard, Mastercard debit, Dankort, Visa

 

Gjaldið verður avgreitt av NETS (ePaymentmodul (gjaldsmodul)). Nets avgreiðir øll kortgjøld og allar kortdátur og virkar eftir altjóða trygdarstandardi (tí sonevnda Payment Card Industry Data Security Standard, stytt PCI DSS. Upplýsingar sendar millum okkara og dátuviðgeran verða bronglaðar í SSL (Secure Socket Layer).

Upphæddin fer av kontu tíni, tá ið gávukortið verður sent.

Burturmist/ógildað gávukort verður ikki endurgoldið.

 

Útflýggjanartreytir

Gávukort sum vera keypt á Skalkur.fo vera send sum virðisseðlar á telduposti beinanvegin, um ikki annar útflýggjanardagur er umbiðin, tá ið gávukortið varð bílagt. Um so er, at virðisseðilin ikki kemur fram, ella tú ert komin til at skriva skeiva teldupostadressu í, skal verða boðað frá hesum á t-posti: kundatansta@skalkur.fo. Í slíkum føri verður virðisseðilin sendur umaftur, treytað av at virðisseðilin, ikki er brúktur. 

 

Avgreiðslukostnaður

Tað er altíð ókeypis útbering í øllum Føroyum. 

 

Korttreytir

Tá ið tú góðtekur sølu- og útflýggjanartreytir, góðtekur tú samstundis korttreytirnar.

 

Gildi

Gávukortið gongur út 5 ár eftir útflýggjanardagfesting ella 5 ár eftir seinastu áfylling.

 

Salda

Tú fært kannað saldu á  xxx

 

Fyll á gávukortið

Við nevndu gjaldskortum fært tú til eina og hvørja tíð fylt á aftur gávukortið við at seta meir pening inn á tað: DK/VISA

 

Áfylling á gávukort fer fram á xxx. Nevnd upphædd verður vald, og minstaupphædd er 50 kr. og mestaupphædd (íroknað núverandi saldu) er 3.000 kr. Tú skalt krossa av, at tú hevur lisið og góðtikið sølu- og útflýggjanartreytirnar, og so fert tú víðari til gjald. Tá ið tú klikkir á knøttin “Góðkenn keyp” og peningsflutningurin er avgreiddur, verður keypið váttað við boðunum “Takk fyri bílegging tína” á skíggjanum, og síðan fært tú eina keypskvittan við telduposti.

Angranarrættur viðvíkjandi áfylling

Tú kanst angra gjørda avtalu um áfylling sambært §17 í forbrugeraftaleloven.

 

Ætlar tú at klaga um gávukortið, set teg í samband við:

Skalkur.fo

Tinghúsvegur 49

100 Tórshavn

Tlf. +298 31 54 00

V-tal: 569682

T-postur: kundatansta@skalkur.fo     

 

Ætlar tú at klaga um vøru/veiting, ið er keypt við gávukortinum, skalt tú seta teg í samband við Skalkur.fo. 

 

Persónsdátupolitikkur

Dátutrygd tín er týdningarmikil fyri okkum. Vit fara við persónligu upplýsingum tínum í trúnaði og í samsvari við viðkomandi lógir um verju av dátuverju, og undir hesum persónsdátulógin.

Meira er at lesa um hetta í dátuviðgerðarpolitikki okkara.

 

Mál

Henda avtala verður gjørd á føroyskum.

 

Persónsdátupolitikkur

Vit savna bara inn eyðmerkiligar (identificérbarar) persónsupplýsingar sum navn, bústað, telefonnummar ella t-post, tá ið tú av tær sjálvum letur okkum hesar upplýsingar.

 

Virkisnavnið nýtir hesar upplýsingar fyri at geva tær tær upplýsingar, sum tú hevur biðið um, ella fyri at avgreiða eina avtalu, tá ið tú hevur bílagt eina veiting hjá okkum.

 

Allar upplýsingar, sum verða savnaðar inn, verða viðgjørdar í trúnaði og verða ikki latnar londum uttan fyri ES/EBS.

Upplýsingarnar verða viðgjørdar av einum uttanhýsis dátuviðgera (Nets), og nýtti gjaldsritbúnaðurin (gjaldssoftware) virkar eftir trygdarkrøvunum hjá tjóðarligum og altjóðaligum kortsamskipanum, sum verða nevnd PCI-standardur (Payment Card Industry Data Security Standard). Upplýsingar sendar millum okkara og dátuviðgeran verða bronglaðar í SSL (Secure Socket Layer).

 

Upplýsingarnar verða ikki latnar øðrum feløgum uttan játtan frá tær frammanundan, men tær kunnu verða nýttar av okkum ella tí felagnum, sum virkar sum dátuviðgeri fyri okkum við tí í hyggju at viðgera upplýsingarnar, m.a. til at avgreiða gávukortkeyp, fylla á gávukort og loysa út innstøðuna á gávukortinum.

 

Harumframt kunnu vit í virkishøpi nýta upplýsingarnar við tí í hyggju at gera marknaðarkanningar og líknandi.

Tú kanst fáa nærri upplýsingar um tær persónsupplýsingar, sum vit hava skrásett um teg, við at venda tær til okkara.

Í tí sambandi kanst tú fáa rættað møguligar skeivar upplýsingar um teg ella biðja okkum at lata vera við at viðgera upplýsingar um teg.

Umbøn um innlit ella mótmæli fæst við at venda sær til: Skalkur.fo á kundatansta@skalkur.fo 

 

Set teg í samband við okkum

Hevur tú spurningar, eru vit at hitta á kundatanasta@skalkur.fo ella á telefon +298 315402.